Atlantis inn í talgilda heimin

mynd: klaksvik.fo
Atlantis inn í talgilda heimin
framtíðini fær Atlantis ikki sendandi stórar spolar við filmunum, men
heldur ein lítlan harðdisk, sum verður settur í tólið við filminum í.
Nýggja tólið veitir eisini betri ljóð- og myndagóðsku.
Eisini ber til
at visa filmar í 3D-sniði. Tú fært brillur settar uppá, og so tykist
alt sum ein nýggjur heimur, ið tú ert partur av, tá ið filmurin verður
vístur.
Formaður í Stýrinum fyri Atlantis er Jógvan Skorheim, og hann
fegnast stórliga um, at Atlantis við hesi nýggju tøkinin ger eitt stórt
lop inn í nýggja talgilda filmsheimin, sum eisini ber við sær hópin av
øðrum møguleikum, ungdóminum og øllum øðrum films- ljóð- og
myndaáhugaðum at frama.
Tað er eisini onnur tøkni knýtt at hesum nýggja filmstólinum, so til
ber at síggja og hoyra eina konsert í Klaksvík í Atlantis, samstundis
sum hon verður framførd úti í heimi.
Væntandi ber eisini til at síggja
t. d. fótbóltsdystir í Atlantis, meðan teir verða leiktir úti í heimi –
eisini í 3D-sniði.
Gongur sum ætlað, so verður ein filmspremiera 2. desember við
hesum nýggja filmstólinum. Hetta er tó treytað av, at møguligt verkfall
ikki kemur í vegin.
- Jú, vit gleða okkum til eitt spennandi og annarleiðis filmskvøld í
Atlantis – og annars at kunna gagnnýta teir mongu møguleikar, nýggja
tólið veitir, sigur ein fegin Jógvan Skorheim formaðurin í stýrinum fyri
Atlantis.
portal.fo
Leggjast kann aftrat, hvussu stýrið fyri Atlantis sær út í løtuni.:
Jógvan Skorheim
Jákup F. N. Mikkelsen
Atli Steinbjørn Justinussen








